Meting fyri viku 41, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Bert tvey minni línskip eru til fiskarí. Bæði eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vit rokna við at bæði landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer okkurt línuskip avstað í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður hampuligt, so helst verður nakað av útróðri.  Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Eitt landar mánadagin og hitt hósdagin  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað mánadagin.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her