Samandráttur.
Línuskip. Bert tvey minni línskip eru til fiskarí. Bæði eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Vit rokna við at bæði landa fyrst ella miðskeiðis í vikuni. Møguliga fer okkurt línuskip avstað í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan líður. Veðri verður hampuligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt. Eitt landar mánadagin og hitt hósdagin Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað mánadagin.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her