Meting fyri viku 41, 2020

Línuskip: Tvey eru á Íslandsrygginum. Tey fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við at tey landa mánadagin. Eitt er í Íslandi og eitt er á landgrunninum, tey landa helst ikki í vikuni.

Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur, og veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og koma at landa í vikuni.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av toski, hýsu og flatfiski. Hann landar helst mitt ella síðst í vikuni. møguliga fer onkur út í vikuskiftinum. Smáligt fiskarí.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.