Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er nýliga byrjaður á Íslandrygginum og kemur tí neyvan at landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum Fýra frystiskip eru við Føroyar, eitt fiskar og eitt tekur ímóti fiski við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.
Útróður: Streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Veðri verður umskiftandi, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Bárnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Fýra djúpvatnstrolarir eru úti. Teir fáa ein blanding av svartkalva, kongafisk og toski. Vantandi landa allir í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.
Trolbátar: Trýggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her