Meting fyri viku 40, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu og so eru tvey smærri ið fiska longu og brosmu. Eitt er á Íslandsrygginum. Øll landa vantandi í vikuni ella møguliga okkurt fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað tá veðri batnar. Trý frystilínuskip eru við Ísland og seks eru á ytru leið undir Føroyum.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men veðri verður umskiftandi, so tí vanta vit ikki nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu  og kemur at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.

Partrolarar: Øll pørini eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí.  

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur avstað tá veðri batnar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her