Línuskip: Seks eru á landgrunninum og trý eru á Íslandsrygginum. Tey á landgrunninum fiska mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu, meðan tey á Íslandsrygginum fiska mest tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Vit rokna við trimum skipum fyrst í vikuni og so møguliga onkrum síðst í vikuni.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður hampuligt, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Djúpvatnstrolarar:Ein er vestanfyri og fiskar kongafisk og kemur hann at landa í vikuni. Ein er sunnanfyri og fiskar mest stinglaks og blálongu.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.
Trolbátar: Fýra trolbátar eru til fiskarí. Ein er á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, upsa, longu og nakað av hvítingi og so eru trýggir norðanfyri og fiska mest av toski, hýsu og flatfiski. Onkur landar møguliga fyrst í vikuni og so hinir miðskeiðis í vikuni. Smáligt fiskarí.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her