Meting fyri viku 4, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar og fær mest av hýsu og tosk. Tað landar í vikuni. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður ikki gott, so vit vantað lítið av útróðri. Kanska nakrir av teimum størru bátunum fer onkran túr.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og fiskar tosk(landar mánadagin). Ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.

Partrolarar: Allir eru til fiskarí og er fiskaríið gott. Nøkur pør landa í vikuni.

Trolbátar: Ein er á Skeivabanka og ein er eystanfyri. Teir fiska havtasku og fiskaríið brúkiligt. So eru tveir norðanfyri og fiska tosk og hýsu. Fiskaríið hjá teimum er smáligt. Allir landa mánadagin.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Smáligt fiskaríið. Tey landa síðst í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her