Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey landa helst øll í vikuni. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, tvey undir Íslandi og hini undir Føroyum
Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar út á vikuna og veðri verður ikki av tí besta. Tí er ikki vantandi at tað verður so nógvur útróður. Bátarnir fáa nógv mest av hýsu og so tosk.
Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí, møguliga fer onkur út í vikuskiftinum.
Partrolarar:Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt. Teir landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, møguliga fer onkur út í vikuskiftinum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.