Samandráttur.
Línuskip. Eitt er vestanfyri og fiskar tosk og svartkalva og tvey eru eystanfyri og fiska mest av longu. Restin liggur við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru á Føroya Banka og fimm eru á ytru leið. Tvey eru við Ísland.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur. Veðri ringt fyst í vikuni, men batnar sum vikan líður. Nakað av útróðri verður, men fiskaríið er smáligt. Fáa mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Smáligt fiskarí. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Trýggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Vatandi fer onkur avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her