Meting fyri viku 39, 2021

Samandráttur.

Línuskip. Bara eitt línuskip er til fiskarí. Hann er akkurát byrjaður og kemur tí ikki at landa hesa vikuna. Vit rokna við at okkurt línuskip fer avstað í vikuni. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott tað mesta av vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men møguliga fer onkur út í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt og koma bæði at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað fyrst í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her