Meting fyri viku 38, 2026

Samandráttur.

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og so nakað av toski. Landar vantandi síðst í vikuni. Eitt frystilínuskip er á Íslandsrygginum, eitt er á Flemish Kap, eitt við Eysturgrønland og fýra eru við Føroyar. Skipið á Íslandsrygginum fær mest tosk og so nakað av svartkalva. Skipið á Flemish Kap fær mest av toski. Tað við Eysturgrønland fiskar svartkalva, meðan skipini við Føroyar, fáa ein blandingur av toski, hýsa, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er nokkso harður fysrst í vikuni, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður umskiftandi, men vit vanta tó nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Ein er í Íslandsrygginum og fiskar tosk. Landar neyvan í vikuni. Tveir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk. Tveir frystitrolarir eru eisini úti.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma at landa gjøgnum vikuna. Fiskaríið er smáligt.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiskar flatfisk og nakað av toski. Ein er eystanfyri og fiskar mest av upsa, longu og toski og so er ein á Skeivabanka og fiskar mest av havtasku, toski og longu. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Trý fiska svartkalva og koma allir at landa í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri frá Veður.fo her, frá Windy her og frá Belginginum her

Heinta alla metingina her