Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og fiskar mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Hann landar í vikuni. Eitt frystilínuskip er við Eysturgrønland, tvey eru á Íslandsrygginum, trý eru á landgrunninum og so eru tvey við Grønland, annað fiskar og hitt tekur ímóti fiski. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður eisini brúkiligt, so vit vantað nakað av útróðri. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, ein fiskar kongafisk. Vit rokna við at allir landað í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.
Partrolarar: Seks pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.
Trolbátar: Tríggir rolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Allir landa í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her