Meting fyri viku 38, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Fýra eru vesturi á rygginum og fiska tosk, svartkalva, blálongu og so nakað av lira. Møguliga landa tvey síðst í vikuni, um ikki so landa øll í aðru viku. Trý eru á landgrunninum og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Eitt er við Ísland. Vantandi landar okkurt síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott, serliga fyrst í vikuni, so vantandi verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar:Tveir eru vestanfyri og fiska kongafisk og koma báðir at landa í vikuni. Magnus Heinason er á Føroya Banka og ger yvirlitstrolingar. Hann landar miðskeiðis í vikuni og er tað serliga hýsa og upsi og so vónandi nakað av toski hann kemur at landa.

Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið tíverri smáligt fyri tíðina. Skipini landa sum vikan gongur.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er vestanfyri og fiskar mest av upsa og so nakað av havtasku, longu og toski. Hann landar helst síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og hevur tað brúligan fiskiskap. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her