Samandráttur.
Línuskip. Bara línubátur kemur at landa í vikuni. Hann hevur mest tosk og hýsu. Ein byrjar túr nú, meðan restin liggur við bryggju. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er hamuligt.
Trolbátar: Sjey eru til fiskarí. Allir eru norðanfyri. Ein landar mánadagin, meðan hinir landa seinni í vikuni. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt og koma bæði at landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar annar mánadagin og hin landar miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her