Samandráttur.
Línuskip: Tvey eru vestanfyri og fiska tosk, hýsu, longu og brosmu. Vantandi landað tey í vikuni. Helst fer okkurt línuskip avstað í næstum.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur, men veðri verður nakað skiftandi, so vit rokna ikki við so nógvum útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar kongafisk og landar helst síðst í vikuni
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Tveir trolbátar eru til fiskarí á landleiðini. teir fiska mest av toski, tungu, reyðsprøku, havtasku og so nakað av hýsu og upsa. Bátarnir landa helst fyrst í vikuni, tí landleiðin steingir mánakvøldið. Møguliga fer onkur trolbátur út í næstum.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og koma bæði at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er smáligt. Eitt fiskar havtasku og landar eisini síðst í vikuni.