Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Trý frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum og tvey eru við Eysturgrønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Tvey liggja við bryggju. Eitt er á royndarveiðu efir høgguslokki.
Útróður: Streymurin verður nokkso harður, men tó ikki av tí harðasta. Veðurforsøgnin sær góð út, so vit vantað nógvan útróður. Tað er mest toskur og hýsa bátarnir fáa, men fiskaríið er smáligt. Helst fara nakrir bátar á Føroya Banka.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Smáligt fiskarí. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Eisini teir fiska svartkalva.
Partrolarar: Tvey pør fiska upsa og annan hvítfisk. Ikki tað stóra fiskaríið. Vantandi fara nøkur pør út í næstum.. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Tríggir er norðanfyri og fiska mest av hýsu og so nakað av toski og flatfiski. Fiskaríið er gott. Allir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur av hinum trolbátunum fer út eftir vikuskiftið
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her