Meting fyri viku 36, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er á Íslandsrtygginum og eitt av teimum smærri er á Føroya Banka. Bæði landa í vikuni. Skipini fá mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, eitt ar á Íslandsrygginum, fýra eru á landgrunninum og so er eitt við Grønland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður hampulig so vit vantað nakað av útróði, tó ikki nógv fyrst í vikuni. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Báðir landa vantandi í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Trolbátar: Tveir eru  landleiðini og ein er norðanfyri. Teir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir landa vantandi síðst í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her