Meting fyri viku 36, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er á Føroya Banka ogg eitt í kantinum á Føroya Banka. Bæði landa fyrst í vikuni. Skipini fáa mest av hýsu og longu. Vantandi fer okkurt avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska undir Føroyum, eitt er á Føroya Banka og eitt undir Íslandi.

Útróður: Streymurin er hampuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Smáligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar: Tvey eru á svartkalvaveiðu og koma vantandi at landa í vikuni.  Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Okkurt parið fer út um vikuskiftið.  Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini, tveir eru á Skeivabanka og so eru tveir norðanfyri. Allir landa í vikuni. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa. Brúkiligt fiskarí.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her