Meting fyri viku 35, 2026

Samandráttur.

Línuskip. Tvey eru á Íslandsrygginum, Tvey við Føroyar og eitt er á Flemish Kap. Allir fiska mest av toski og so nakað av hýsu,brosmu og longu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur helst út á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Ivasamt um nakar landar í vikuni. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.

Partrolarar: Trý pør eru við Føroyar og fiska mest av upsa og so nakað av toski, hýsu, longu og annan hvítfisk.  Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu. Báðir landa í vikuni. Nú eru dagarnir á landleiðini, um at verða brúktir hjá fleiri av trolbátunum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Allir landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her