Samandráttur.
Línuskip. Tvey eru á Íslandsrygginum, Tvey við Føroyar og eitt er á Flemish Kap. Allir fiska mest av toski og so nakað av hýsu,brosmu og longu.
Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur helst út á Føroya Banka.
Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Ivasamt um nakar landar í vikuni. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ein frystitrolari fiskar svartkalva.
Partrolarar: Trý pør eru við Føroyar og fiska mest av upsa og so nakað av toski, hýsu, longu og annan hvítfisk. Eitt par fiskar gulllaks.
Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu. Báðir landa í vikuni. Nú eru dagarnir á landleiðini, um at verða brúktir hjá fleiri av trolbátunum.
Garnaskip: Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her
