Meting fyri viku 35, 2023

Samandráttur.

Línuskip. Eitt er nýliga byrjað á Íslandsrtygginum og tvey smærri eru á landgrunninum. Tey smærru koma at landa í vikuni, meðan tað sum er á Íslandsrygginum er ivasamt um tað landar í vikuni. Tvey frystilínuskip eru á Føroya Banka, eitt er við Ísland, eitt ar á Íslandsrygginum og so er eitt á landgrunninum. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott so vit vantað nógvan útróður, serliga fyrst í vikuni, tá streymurin er góður. Vantandi fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva. Báðir landa vantandi í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu, og so er eitt par á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt pari avstað í næstum.

Trolbátar: Trýggir eru  úti, men vantandi fer onkur afturat út í næstum. Allir landað vantandi síðst í vikuni. Teir fáa eina blanding av tosk, hýsu og flatfiski.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her