Samandráttur.
Línuskip. Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, men vantandi fer onkur út um vikuskiftið. Vit rokna við at okkurt av skipunum fer at landa seinni í vikuni. Seks frystilínuskip fiska undir Føroyum.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur, men veðri verður gott,so helst verður nakað av útróðri. Smáligt fiskarí.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa fyrst í vikuni. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í eysturgrønlandi.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Fýra pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað fimta parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein er á landleiðini, ein er á Skeivabanka, ein er á Íslandsrygginum og so eru tveir norðanfyri. Allir landa í vikuni. Tað er ein blandingur av toski, hýsu og flatfiski bátarnir fáa.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Misjavnt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her