Samandráttur.
Línuskip: Eit er á Íslandsrygginum og eitt er vestanfyri. Tvey smærri ísfiskaskip eru eisini til fiskarí, annað á Føroya Banka og hitt á Byrenbank. Vit rokna við at trý av teimum kom at landa í vikuni og tað fjórða fyrst í aðru viku. Skipini fiska mest av toski, longu, og nakað av svartkalva. Eitt frystiskip er við Eysturgrønland, meðan fimm eru undir Føroyum.
Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so vit roknað við nakað av útróðri.Fiskaríið er vánaligt. Teirfiska mest av hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar makrel, meðan hin liggur við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri.
Trolbátar: Trýggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu, tosk og flatfisk. Teir landa allir í vikuni
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt og koma bæði at landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her