Meting fyri viku 34, 2026

Samandráttur.

Línuskip. Tveir eru á Íslandsrygginum, ein er á Flemish Kap og ein er við Eysturgrønland. Allir fiska mest av toski.

Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður gott fyri tað mesta. Tað verður nakað av útróðrafiski og eisini fer onkur út á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tríigir eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Allir landa í vikuni. Ein er eystanfyri og fiskar svartkalva og og annan djúpvatnsfisk. Eisini hann landar í vikuni.

Partrolarar: Tvey pør eru á Íslandsrygginum og fiska mest tosk og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Eitt er eystanfyri og fiskar upsa og annan hvítfisk.. Vantandi landa tvey pør í vikuni.  Eitt par fiskar gulllaks.

Trolbátar: Tríggir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski og longu. Allir landa í vikuni. Nú eru dagarnir á landleiðini, um at verða brúktir hjá onkrum av trolbátunum.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt.  Báðir landa helst í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her