Meting fyri viku 34, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Fýra frystilínuskip fiska við Føroyar og so siglur eitt heim av Flemish Kap. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur út í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott í vikuni, so vit rokna við nógvum útróðri. Brúkiligt fiskarí. Onkur er á Føroya Banka.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum. Ein landar í vikuni, meðan hin helst landar í aðru viku. Trolarirnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu. Vantandi fer onkur trolari út í vikuni.

Partrolarar: Trý pør eru úti. Fiskaríið er gott. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Fimm eru úti. Teir fiska mest av toski og hýsu og so fáa teir eisini nakað av flatfiski. Allir landa fyrst í vikuni. Ein liggur tí hann er liðugur við sínar fiskidagar.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her