Meting fyri viku 33, 2020

Línuskip: Fýra línuskip er til fiskarí, eitt er við Ísland, eitt á Íslandsrygginum og tvey við Føroyar. Møguliga landar okkurt síðst í vikuni.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt, so tað verður møguliga eitt sindur av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: bara ein er til fiskarí, hann er vestanfyri og landar helst í vikuni.

Partrolarar: Eitt par fiskar upsa og eitt gulllaks, men helst fara fleiri út í vikuni.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og tveir á landleiðini, teir landa allir mánadagin, hinir fara helst út aftur á landleiðina um vikuskifti og landa so mitt ella síðst í vikuni.

Garnaskip: Tvey garnaskip er til fiskarí og fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tey landa bæði í vikuni.