Meting fyri viku 3,2022

Línuskip. Tvey ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er í Barentshavinum.

Útróður: Streymurin verður góður, men veðri verður eitt sindur umskiftandi. so tað verður vantandi nakað av útróðri tá veðri loyvir tí.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí, og helst fer okkurt par afturat út um vikuskifti, men øll eru nýliga byrjaði túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru til fiskarí, allir eru eystanfyri og fiska havtasku, helst fer onkur út um vikuskifti. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt.. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Báðir koma at landa vikuni.