Samandráttur.
Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt siglur heim undan Grønlandi. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu. Seks liggja við bryggju.
Útróður: Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðri verður skiftandi, so vit vantað ikki tað heilt stóra av útróðrarfiski.
Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, ein fiskar kongafisk og ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Ein frystitrolari er við Føroyar og ein við Eysturgrønland. Báðir fiska svartkalva.
Partrolarar: Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstm
Trolbátar: Ein er norðanfyri og fiskar mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Tveir eru á landleiðini. Teir fiska mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Smáligt fiskarí. Øll landa vantandi í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her