Samandráttur.
Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt avstað í næstum. Trý frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðri verður umskiftandi, so vit vanta ikki nógvan útróður. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tað eina parið fiskar svartkalva. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Bara tveir trolbátar eru til fiskarí. Teir eru á landleiðini og fáa mest av flatfiski og toski. Báðir landa í vikuni. Restin liggur við bryggju, men vantandi fer onkur avstað í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Brúkiligt fiskarí hjá tí sum er Føroya Banka, men smáligt hjá hinum. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her