Línuskip: Eitt er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalvi. Tað landar helst ikki fyrr enn í næstu viku.
Útróður: Streymurin er hamuligur og veðri verður eisini brúkiligt, so tað verður møguliga eitt sindur av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein hevur verði á Íslandsrygginum og er vestanfyri nú og ein fiskar stinglaks, báðir landa í vikuni. Ein norskur trolari landar svartkalva mánadagin.
Partrolarar: Tvey pør fiska upsa og er fiskaríið brúkiligt. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Ein er á Íslandsrygginum og ein er norðanfyri, seks eru á landleiðini , teir flestu landa mitt ella síðst í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip er til fiskarí og fiska svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tey landa bæði í vikuni.