Meting fyri viku 30, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt línuskip er á Føroya Banka og kemur tað at landa mánadagin. Tað fær mest av hýsu, longu og havtasku. Restin liggur við bryggju og fara neyvan út fyri enn eftir Ólavsøku. Fimm frystilínuski undir Føroyum og eitt er í altjóða sjógvi.

Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri verður eisini hampuligt, so tí verður nakað av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur vantandi at landa í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Ein frystitrolari er eisini í bretskum sjógvi og fiskar svartkalvi.  Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski. Hann landar vantandi fyrst í vikuni. Restin liggur við bryggju og er tað eisini ivasamt um teir fara avstað í næstum, tí tað er feriutíð.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku og hava tey brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her