Samandráttur.
Línuskip: Bara eitt frystilínuskip er til fiskarí. Tað er við Eysturgrønland. Restin av línuflotanum liggur við bryggju.
Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan líður. Veðri verður gott, men av tí at Ólavsøka er, so vanta vit ikki nógvan útróðrafisk.
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Bara ein er úti. Hann fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Hann landar síðst í vikuni.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt og tað kemur at landa síðst í vikuni. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her