Meting fyri viku 30, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Bara eitt frystilínuskip er til fiskarí. Tað er við Eysturgrønland. Restin av línuflotanum liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin er harður, men linkar sum vikan líður. Veðri verður gott, men av tí at Ólavsøka er, so vanta vit ikki nógvan útróðrafisk.

Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara ein er úti. Hann fiskar tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Hann landar síðst í vikuni.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt og tað kemur at landa síðst í vikuni.  Tvey fiska havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landa tey miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her