Meting fyri viku 3, 2025

Samandráttur.

Minnist til at sølan byrjar kl 09:00 og at hýsan verður seld fyrst.

Línuskip.. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Restin liggja við bryggju, men vantandi fer okkurt frystilínuskip og ísfiskalínuskip avstað í næstum.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri sær út til at brúkiligt nakrar dagar í vikuni, so vit vantað nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og ein frystitrolari fiskar svartkalvi. Hinir liggja við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Restin liggja við bryggju, men fara helst út tá veðri batnar.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men fara nokk út, tá veðri batnar.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Tey landa síðst í vikuni.

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her