Línuskip: Tvey ísfiskaskip eru undir Føroyum. Tey fiska mest av longu, brosmu og tosk. Eitt landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Av frystulínuskipunum eru fimm við Føroyar, eitt við og eitt er á veg heim av Flemish Kap
Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri.
Djúpvatnstrolarar: Ein eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar møguliga síðst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Bara ein er úti. Hann er á landleiðini og landar hann fyrst ella mitt í vikuni. Hann hevur mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Tað landar tað miðskeiðis í vikuni.