Meting fyri viku 29, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Ein er Ísland og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Ein fiskar á Føroya Banka og kemur nokk eisini at landa miðskeiðis í vikuni. So eru fýra onnur skip undir Føroyum og fiska. Eitt landar vantandi fyrst í vikuni, meðan tað er ivasamt um hinir landa í vikuni, tí teir eru akkurát byrjaðir túr. Skipini fiska ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Eisini fiskar eitt mest av svartkalva.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er heldur lakari nú.

Djúpvatnstrolarar:Bara ein er til fiskarí. Hann fiskar svartkalva og kemur helst at landa síðst í vikuni.  

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Øll pørini fiska upsa. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tríggir eru á landleiðini, men helst fara hinir avstað um vikuskiftið. Ein er á Íslandsrygginum. Møguliga landar onkur mánadagin og so hinir síðst í vikuni. Teir á landleiðini fiska ein blanding av toski, tungu, reyðsprøku og havtasku, meðan tann á Íslandsrygginum fiskar mest av toski..

Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Tað landar miðskeiðis í vikuni.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her