Línuskip: Trý ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. tvey undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Eitt við Føroyar landar mánadagin, hitt landar helst síðst í vikuni.Tað við Ísland landar fyrst ella mitt í vikuni. Av frystulínuskipunum eru sjey við Føroyar, og eitt á Flemish Kap
Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.
Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar svartkalva, Vit rokna við at hann landar fyrst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Fýra eru úti. Teir eru allir á landleiðini, vit rokna við at tveir landa mánadagin og hinir báðir mitt ella síðst í vikuni. Teir fáa mest flatfisk og tosk. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.