Samandráttur.
Línuskip: Ein er nýliga byrjaður við Ísland og kemur tísatt ikki at landa í vikuni. Ein er á Íslandsrygginum og kemur at landa síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva eystanfyri og kemur at landa mánadagin. Fýra onnur línuskip fiska mest av longu, toski og brosmu og koma at landa sum vikan líður. Og so er ein á Føroya Banka og fær hann mest av longu og hýsu. Hann landar fyrst í vikuni.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan líður og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Mest síðst í vikuni.
Djúpvatnstrolarar:Bara ein er til fiskarí og fiskar hann svartkalva. Hann landar vantandi miðskeiðis í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Fimm eru á landleiðini og fiska mest av toski og flatfiski. Ein landar mánadagin og hinir síðst í vikuni. Helst fer onkur av hinum trolbátunum avstað um vikuskifti.
Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Hann landar miðskeiðis í vikuni
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her