Línuskip: Bara tvey ísfiskaskip eru til fiskiskap í løtuni. Eitt undir Føroyum, og eitt er við Ísland. Tey landa neyvan fyrr enn í aðru viku. Av frystulínuskipunum eru seks við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap
Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri, bæði við snellu og línu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir eru úti, annar eftir svartkalva, og hin er á roynarveiðu eftir stinglaksi. Vit rokna við at báðir landa síðst í vikuni.
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks
Trolbátar: Fýra eru úti. Tveir eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Teir á landleiðini landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Hinir landa helst síðst í vikuni. Teir fáa allir mest flatfisk og tosk, og nakað av hýsu. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.
Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni. Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.