Meting fyri viku 27, 2020

Samandráttur.

Línuskip: Sjey eru við Føroyar, eitt á Íslandsrygginum og eitt á Føroya Banka. Tey fiska mest av toski, longu og so brosmu. Vit rokna við at 2-3 landa síðst í vikuni og so hini fyrst í aðru viku.

Útróður: Streymurin er hamuligur og veðri verður eisini brúkiligt, men tað verður helst ikki nógv av útroðri.

Djúpvatnstrolarar:Tveir fiska svartkalva, men fiskaríið er smáligt . Ein kemur at landa í vikuni

Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí. Allir fiska upsa. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.

Trolbátar: Tveir eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Teir landa miðskeiðis og síðst í vikuni. Hinir eru á landleiðini og fiska teir mest av flatfiski og toski. Fýra av teimum koma at landa síðst í vikuni og tann fimti landar fyrst í aðru viku.

Garnaskip: Bara eitt garnaskip er til fiskarí og fiskar tað svartkalva. Fiskiskapurin er brúkiligur. Hann landar fyrst í aðru viku.

 Heinta veðurforsøgnina her

 Heinta alla metingina her