Meting fyri viku 26,2021

Línuskip: Tvey eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski, longu og brosmu. Annað landar mánadagin og hitt síðst í vikuni. Vantandi fer okkurt ísfiskalínuskip avstað í næstum. Av frystulínuskipunum eru fýra við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin og veðri verður gott í vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar mitt ella síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara tveir eru úti. Báðir eru á landgrunninum, teir landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Teir fáa mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Tað landar miðskeiðis í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt hjá báðum.