Meting fyri viku 26, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið fiskar norðanfyri og kemur vantandi at landa síðst í vikuni. Tað fiskar mest tosk og hýsu. Seks frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á  Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva.

Útróður: Streymurin er harður alla vikuna. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Tríggir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Tveir landa vantandi í vikuni, meðan tann triðji helst ikki landar fyrr enn i aðru viku. Ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí. Fiskaríið er brúkiligt. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Ein er á landleiðini og fiskar mest av flatfiski og toski. Tveir er norðanfyri og fiska mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vantandi landa allir í vikuni. Onkur fer avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her