Samandráttur.
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og svartkalva. Fýra frystilínuskip eru á ella ávegis til Flemish Kap. Tvey fiska við Føroyar. Tey sum fiska við Føroyar fáa mest av longu og brosmu, meðan tey á Flemish Kap fáa tosk.
Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður hampuligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva og koma vantandi at landa síðst í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi og ein er í føroyskum sjógvi.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, eitt par er á Íslandsrygginum og fiskar tosk og so eru tvey pør á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.
Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska flatfisk og so nakað av toski og hýsu. Báðir landa í vikuni. Vit rokna við at onkur fer út um vikuskiftið.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her