Meting fyri viku 25, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer vantandi avstað í vikuni. Tvey frystilínuskip eru á  Flemish Kap og eitt er á Grand Bank. Frystilínuskipini fiska mest av toski og kalva. Hini liggja við bryggju, men vantandi fara nøkur avstað í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski. Báðir landa fyrst í vikuni. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva við Føroyar.

Partrolarar: Trý pør eru til fiskarí. Fiskaríið er gott. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Vantandi landa allir í vikuni. Nakrir fara avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa øll í vikuni. Eitt fiskar havtasku

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Heinta alla metingina her