Meting fyri viku 25, 2022

Samandráttur.

Línuskip. Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er nýliga byrjaður túr, so tað kemur ikki at landa fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.

Útróður: Streymurin verður hampuligur  og veðri sær út til at blíva gott í vikuni, so vit rokna við nakað útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting.

Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.

Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Trolbátar:  Allir liggja við bríggju men møguliga fer onkur avstað tá veðri batnar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava  brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her