Meting fyri viku 25, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Eitt er við Ísland og tvey eru undir Føroyum. Tey fiska mest av toski, longu og brosmu. Tað við Íslandi, landar helst fyrst í vikuni, meðan annað undir Føroum landar síðst í vikuni og hitt helst fyrst í aðru viku. Vantandi fer okkurt ísfiskalínuskip avstað í næstum. Av frystulínuskipunum eru trý við Føroyar, eitt við Eysturgrønlandi og eitt á Flemish Kap

Útróður: Streymurin harðnar sum vikan líður, men veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er smáligt.

Djúpvatnstrolarar: Ein eru úti og fiskar svartkalva. Hann landar fyrst í vikuni.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið kundi verði betri. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Bara tveir eru úti. Ein er á landgrunninum og landar hann mánadagin. Hann hevur mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Ein er farin út á Íslandsryggin, men er akurát byrjaður úr, so vit rokna við at hann landar síðst í vikuni. Vantandi fara fleiri trolbátar avstað um vikuskiftið.

Garnaskip: Eitt garnaskip fiskar svartkalva. Fiskaríð er smáligt og tað kemur at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt og landar tað miðskeiðis í vikuni.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her