Samandráttur.
Í smb við Corona smittuna, so er óvissan stór um hvat skip og bátar gera tað næstu tíðina. Nú hava øll virkir opið aftur, men koyra við niðursettari arbeiðsorku.
Vónandi gongur ikki ov long tíð til vit fáa normal viðurskifti aftur.
Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bert helvtin av fólkinum er til arbeiðis ísenn. Tað er fyri at binda um heilan fingur, í so fall at onkur verður sjúkur, so kann hin vaktin traðka til. So tit muga halda okkum til góðar um avgreiðslutíðin kanska verður ov long onkuntíð.
Línuskip: Bara tvey línuskip eru til fiskarí, men helst fara fleiri avstað í næstum. Eitt línuskip landar mánadagin, meðan hitt møguliga landar síðst í vikuni. Skipini fiska ein blanding av toski, longu, brosmu og hýsu Fimm frystilínuskip eru til fiskarí, eitt er við Eysturgrønlandi, tvey við Ísland og tvey við Føroyar.
Útróður: Streymurin batnar sum vikan gongur og veðri verður gott, so helst verður nakað av útróðri, men óvissan við prísi, serliga á hýsuni, ger at fleiri setast aftur.
Djúpvatnstrolarar: Bara ein til fiskarí, men hann landar neyvan hesa vikuna.
Partrolarar: Seks pør eru til fiskarí. Eitt par fiskar svartkalva. Trý pør fiska gulllaks. Skipini landa sum vikan líður.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fara teir flestu avstað um vikuskiftið. Vantandi landa teir síðst í vikuni.
Garnaskip: Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er smáligur. Øll landa í vikuni
Heinta veðurforsøgnina her
Heinta alla metingina her