Samandráttur.
Línuskip. Eitt stórt línuskip og tvey smærri, eru til fiskarí. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll landa í vikuni. Trý frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey sigla heim av Flemish Kap og eitt er ávegis til Flemish Kap. So er eitt í NEAFC øki vestanfyri Skotlandi. Tey á Flemish Kap fiska tosk, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.
Útróður: Streymurin er brúkiligur og veðri verður gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi. Annar av ísfiskatrolarunum landar í vikuni og hin á aðru viku
Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er ójavnt.
Trolbátar: Fýra eru á landleiðini og so er ein norðanfyri. Bátarnir fáa ein blanding av toski, hýsu, havtasku, tungu og reyðsprøku. Allir landa í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri Windy her, frá DMI her ella Belgingur her
Heinta alla metingina her