Meting fyri viku 23, 2021

Samandráttur.

Línuskip:  Bara eitt línuskip er úti og kemur helst at landa síðst í vikuni. Vónandi fer okkurt avstað um vikuskiftið. Av frystulínuskipunum eru tvey við Eysturgrønland og tvey undir Føroyum.

Útróður: Streymurin verður hampuligur alla vikuna og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríð er ikki gott við línu, men teir við snellu fáa nakað av upsa.

Djúpvatnstrolarar: Ein er nýliga byrjaður túr vestanfyri og ein er sunnanfyri og fiskar djúpvatnsfisk. Annar landar vantandi fyrst í vikuni, meðan hin landar helst síðst í vikuni.

Partrolarar: Fimm pør fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Fiskaríið kundi verði betri, tó at okkurt parið hevur fingið okkurt gott hál. Trý pør fiska gulllaks

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og ein er norðan fyri. Teir á landleiðini fáa mest av flatfiski og so nakað av toski., meðan hin fær mest av hýsu toski og so nakað av flatfiski. Vit rokna við at allir landa mánadagin. Helst fara nakrir avstað um vikuskiftið

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er vánaligt og koma báðir at landa síðst í vikuni.  Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt.

Heinta veðri her

Heinta alla metingina her