Samandráttur.
Línuskip.Tvey eru nýliga byrjaði túr norðanfyri og eitt minni ísfiskaskip er eisini nýliga byrjað túr. Tað er á Føroya Banka. Møguliga landað øll síðst í vikuni. Vantandi fer okkurt avstað á næstum. Tvey frystilínuskip eru við Grønland. Annað landar mánadagin og hitt vantandi seinni í vikuni. Eitt er á Føroya Banka og tvey eru á Føroya grunninum.
Útróður: Streymurin verður hampuligur og veðri sær út til at blíva brúkiligt, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein er á svartkalvaveiðu og kemur helst at landa fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju. Smáligt fiskarí.
Partrolarar: Fimm pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni. Smáligt fiskarí. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Trolbátar: Ein er til fiskarí og kemur at landa mánadagin. Hann fær mest av havtasku og toski og so nakað av reyðsprøku og tungu. Vit rokna við at onkur trolbátur fer avstað í næstum.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Tvey fiska havtasku. Báðir hava brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni.
Heinta veðri her
Heinta alla metingina her